Ásla Eirikstein Prior

Viðgerð ALT

A.L.T.© Andlitsmassaga.

(ANSIGTSLØFTNINGSTEKNIK)

Búmerki

A.L.T. © er ein løtt bindivevsmassaga, sum verður givin á húðina og tann undirliggjandi bindevevnaðin. Húðin verður meira elastisk og fær eina sunnari útstráling. Prosessin heldur fram í dýpdini og vil fevna um allar 97 vøddarnar í andlitinum, hárbotninum, hálsinum, nakkanum og í tí ovasta partinum av herðunum.

Um vit hyggja gjølla, hava øll menniskju eitt asymmetriskt andlit. Men hvussu týðilig er henda asymmetri? Øll menniskju spenna nakrar vøddar meira í aðari síðuni og aðrar vøddar í hinari síðuni. Tess meira spenningar, ið eru í andlitsvøddunum, tess meira asymmetriskt verður andlitið. Við at minka spenningsstøði í øllum andlitsvøddunum koma tær báðar síðurnar at líkjast hvør aðrari meira.

A.L.T. © kann hjálpa móti spenningum í andlits- og/ella nakkavøddunum, ymiskari høvuðpínu og bøtir um munnbitið.

A.L.T. © viðgerðir geva størri vælveru í øllum kroppinum. Andlitið er sálarinnar spegil. Kroppurin, tankar og kenslur hanga saman.

Tá sálarfrøðingar royna at finna út av, hvat flest fólk halda verða eitt vakurt andlit, er tað ofta: eitt andlit, ið er avslappað, symmetriskt og livandi – t.e. andlitið gevur aftursvar tá vit tosa við persónin.

Ein kombinatión av teim ymisku viðgerðum hevur víst góð úrslit við trupulleikum sum miðoyrnabruna, kokuloysn og koyrilsbrestið (piskesmæld).