Ásla Eirikstein Prior

Kranio-Sakral Terapi

KST búmerki
Endamálið við Kranio-Sakral Terapi er, at tað Kranio-sakrala systemið fer at virka betur. Tað Kranio-sakrala systemið styðjar nervarnar í heilanum og ryggmerginum og heldur tær upp á pláss. Tað Kranio-sakrala systemið er eisini beinini í høvdinum (cranium), andlitinum og breiðageislanum (sacrum), membranirnar, sum halda heilan uppá pláss í forhold til hesi beinini og serebrospinalvætan, sum melur runt heilan. Hendan vætan virkar sum ein hydrauliskur stoytdoyvari, sum verjir heilan, og er neyðug fyri at heilakyknurnar kunnu fáa føði og útskilja ótørv.

Hvussu fer viðgerðin fram?

Viðgerð

Viðgerðin verður givin í róligum og avslappaðum umhvørvi, hvar viðskiftafólki liggur á briksini og njótir viðgerðina. Kranio-sakral terapeuturin viðgerð við einum ógvuliga løttum trýsti 5 gram (eitt bræv vigar 20 gram) á ávis støð á høvdinum, nakkanum, rygginum og breiðageislanum. Viðskiftafólkið følir góða og djúpa hvíld – svevur næstan – er vitandi um sínar kringumstøður og hvílur.

Trupulleikar í tí Kranio-sakrala systeminum kunnu stava frá skaða undir føðing og frá ólukkum, slag í høvdið, ryggin, breiðageislan ella halabein. Tað kann eisini koma stigvís av einum ringum kropsburði ella strongd. K.S.T. viðgerðin loysir møguligu spenningar í liðunum millum knoglarnar, fær avspenning í teim sterku membranunum, sum halda heilan upp á pláss og betrar sirkulatiónina av bæði serebrospinalvætuni og blóðinum.

Kranio-Sakral Terapi varð uppfunnið av tí amerikanska læknanum William Southerland fyrst í tjúgundu øld. Tað gjørdist skjótt ein partur av læknaútbúgvingini í teim ostepatisku skúlunum, men sum árini gingu, vóru hesir teknikkir minni brúktir, tí tað peningaliga ikki loysti seg hjá lækna at viðgera ein heilan tíma við K.S.T. Læknarnir brúktu meira og meira heilivág og skurðviðgerðir. Fyri umleið 20 árum síðan fór ein annar amerikanskur lækni Dr. John Upledger at gera vísindaligar kanningar um Kranio-Sakral Terapi. Við at nýta mikro-anatomiskar kanningar við elektron mikroskopum og kliniskum kanningum, menti hann teknikkir til K.S.T. viðgerð. Hann fór nú eisini at undirvísa fólki, íð ikki vóru læknar. Útbreiðslan um K.S.T.-viðgerðirnar hevur ment seg skjótt, og nú fæst hendan kropsviðgerð allastaðni í U.S.A. og flestustaðni í Evropa.

Fyri hvat kann Kranio-Sakral Terapi hjálpa?

  • K.S.T. kann hjálpa fyri migrenu og høvuðpínu. Ein orsøk til høvuðpínu kann vera, at blóðrenslið til ella frá heilanum ikki er í lagi. Ein onnur orsøk kann vera spenningar í bindivevnaðinum í høvdinum (meninges), sum skilir høgru og vinstru heilahálvir hvør frá aðrari.
  • K.S.T. kann betra um konsentratiónina, minnið, innlæringstrupulleikar, orðblindni og strongd.
  • K.S.T. kann hjálpa til at fáa javnvág í hormonsystemið.
  • K.S.T. kann hjálpa fyri oyrasúsan (tinnitus), niðursetta hoyrn, skeitan, niðursettan lukti- ella smakkisans.
  • K.S.T. kann gera munnbítið betri og rætta tennirnar.
  • K.S.T. hjálpir at loysa vøddaspenningar og setur knoglar uppá pláss.
  • K.S.T. kann hjálpa kolikbørnum, og hevur góðan virkning imóti ADHD, spastisiteti og heilaskaða m.a. lammilsi (paresis).