Ásla Eirikstein Prior

Viðgerð Rolfs Metoda

Viðgerð

Ida P. Rolfs Metoda í strukturellari integratión er ein krops-viðgerð, sum hevur endamál at rætta kropsburðin. Viðgerðin fer fram á sama hátt sum í KST og terapeuturin arbeiður við løttum trýstið á bindivevnaðinum.

10 viðgerðir verða givnar og bílætið av gentuni fyri og eftur viðgerð gevur eina mynd av, hvat strukturel integratión er

Strukturur er ein sínámillum samanburður millum segmentini í kroppinum (høvdið, nakkin, herðar, bringa, mjadnar, bein og føtur). Integratión er ein máti, hvar man rættar hesi segmentir, soleiðis at mittpunktið av einum segmentið javnvigar yvir miðjuna á tí næsta.

Tá ein kroppur er í javnvág, hvílir høvdið og nakkin væl á herðunum. Vektin frá herðunum og bringuni er sentreraður yvir tyngdarsentrið hjá mjadnunum. Øll kropsvektin er væl javnað út á føturnar.

Rolfs Metoda ger kropsburðin betur, soleiðis at tær nýtist minni orku til at halda kroppin uppi, tá íð tú stendur, situr ella gongur, og andadrátturin gerst lættari.

Rolfs Metoda bøtur um javnvágina í kroppinum og rørslurnar verða fríari. Hervið minkar skeiv tyngd á útsett støð í kroppinum. Spenningar, pína og stívleiki minka/svinna burtur.
Rolfs Metoda bøtur um flatfót og holfót.