Ásla Eirikstein Prior

Sálarfrøðiligar samrøður

Sálarfrøði er læran um sálarlívið. Vísindir um tær sálarligu tilgongdirnar: Vísindir um tann mátan menniskja og djór skilja, uppliva, virkar og reagerar uppá. Sálarfrøði er eisini menniskjakunnleiki. Evni til innliving og tað at vera menniskjansligur í kenslum og gerðum. Eisini er sálarfrøði tað sálarfrøðiliga virki útint professionelt. Tað finnast ymiskar sálarfrøðiligar tilgongdir, sum innihalda ymiskar teoretiskar hugsanir sum t.d. psykodynamiska teori, kognitiva-atferðarteori, eksistentialistisk psykoterapi v.m. Oftast arbeiði eg útfrá eini eklektiskari hugsan, ið inniheldur t.d. tær ymisku omanfyristandandi tilgongdirnar, míni vitan innan sjúkrarøktarfrøði og eystlendska tilgongd til kroppin og tað sálarliga.

Eg arbeiði við sálarfrøðiligum samrøðum bæði við børn, ung og vaksin, pør og familjir. Samrøður í samband við krisu, sorg, sjúku og deyða. Eisini samrøður í samband við stress og stressfyribyrging og viðgerð fyri tunglyndi, ótta og fobium.