Ásla Eirikstein Prior

Viðgerð TFT

Tankafeltterapi/emotionel frælsis teknikkur /TFT/EFT) samanbindur eystlendska vitan um energibanar í kroppinum við sálarfrøðiliga samrøðu.

Tankafeltterapi er ein teknikkur, sum kann brúkast til at burturbeina kropsligan og kensluligan ampa. TFT virkar við at stimulera energibanarnar í kroppinum. Nálir og massaga verða ikki nýtt - men harafturímótur ein løtt bankan við fingrunum á ávís akupunkturpunktir, samstundis við at tann, ið verður viðgjørdur hugsar um sín ampa. Tað verður nýtt ein heildarhugsan sum fevnir um krop, tankar og kenslur. Um ein sjálvur ynskir tað, kann ein verða undirvístur í teknikkinum, soleiðis at ein altíð framyvir hevur eitt amboð til at hjálpa sær sjálvum í støðum, har ein kennir ampa.

Tankafeltterapi kann nýtast til viðgerð ímóti t.d. strongd, traumer, fobier, ótta, tunglyndi og avhængigheit.